Gamla føroyska bíbliuappin er frá 2014. Hon er nú "ótíðarhóskandi", tí tøknin hevur flutt seg so mikið nógv.
Trúboðin skrivar, at hon ikki longur er tøk til Android telefonir, og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS.
- Ti valdi stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið at fara undir eina tilgongd at gera eina nýggja og meira tíðarhóskandi app. TÍ nýggju Bíbliuappini er: Dahl/Viderø Bíblian (1961), Nýggi Sáttmálin (2017), Evangeliið eftir Matteus (JH Schrøter) og frágreiðing um Bíbliufelagið við meira.
Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at við Bíbliuappini kann ein velja mllum bíbliutýðingarnar, lesa og leita eftir orðum ella teksti, avrita vers/tekst, lita vers/tekst og broyta skriftstødd. Hetta er fyrsta útgáva og fleiri hentleikar verða í komandi útgávum.
Tað er fyritøkan iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina.
- Nýggja Bíbliuappin er til IOS fartelefonir (iPhone og iPad) og Android fartelefonir (Samsung o.fl). Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og at brúka.
Leinkjur og vegleiðing til Bíbliuappina eru á www.biblia.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald