Mentan

Nú er nýggjárskonsertin á skránni

Stórt kór og tríggir solistar mynda konsertina, ið verður framførd í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19 og aftur í annaðkvøld. Kringvarpið vísir vísir beinleiðis frá útseldu konsertini í morgin

Eftir tvey ár við einans corona-sangi sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við orkestrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir tvey ár við einans corona-sangi sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við orkestrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-06 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nýggjárskonsertin er fyri fólk í øllum aldri. Tónleikaskráin nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.

Soleiðis skrivar Norðurlandahúsið um stóru konsertirnar, sum eru á skránni í kvøld og í morgin. 

Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya kunnu nú aftur bjóða inn í Norðurlandahúsinum -  fríggjakvøldið 6. januar og leygarkvøldið 7. januar. Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarp Føroya í morgin, leygarkvøldið 7. januar klokkan 19

Tað er Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum, og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.

Stórt kór og tríggir solistar mynda konsertina
Til nýggjárskonsertirnar er altíð ein serligur veitslustemningur og sum vant hevur symfoniorkesturkórið ein stóran leiklut til konsertirnar. Eftir tvey ár við einans corona-sangi sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við orkestrinum.

- Úr stórlignu operaini “Carmen” hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall “Toreador song”. Bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Lærutíðin sum sangari byrjaði á sangskúlanum hjá Petru Iversen. Harfrá gekk leiðin víðari til Reykjavík, New York og so endaði hann í Týsklandi á sangskúlanum Douglas Yates, Vocal Arts. Síðan hevur gingið slag í slag og Herfinnur hevur arbeitt sum solistur, operasangari, framført operettir og musicals.  
Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á “ Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talent-kappingina Stella Polaris kappingina, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.

Hanne Marit Mordal Iversen tók bachelorprógv í klassiskum sangi við Norges Musikkhøgskole á vári 2022. Hon er nú í ferð við at taka masterútbugving hjá Ann-Helen Moen sum er hennara høvuðslærari í sangi. Hon syngur í Norska Solistkórinum og hevur luttikið í fleiri konsertrøðum í Noregi og Norðureuropa. Á vári 2021 hevði hon leiklutin sum "der Königin der Nacht" í Gandafloytuni hjá Mozart sum bleiv framført í München.

Í summar var hon solistur við Ólavsøkakórinum og í heyst hevur hon m.a. sungið sopransolistpartin í Skapanini hjá Haydn, Mozarts Requiem í Oslo og mezzosolistpartin í Duruflés Requiem í Hoyvíkar kirkju. Hanne Mette fer at syngja ariuna ”O zittre nicht” úr Gandafloytuni.

Sum vanligt er, fáa gestirnir kransakøka og eitt glas í steðginum, boðar Norðurlandahúsið frá. Tað er framvegis ikki útselt til fyrru konsertina, ið verður í Stórhøllini í kvøld klokkan 19.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder