2021-04-15 20:26

Tá Marghøllin varð tikin í brúk, vóru góðar umstøður til serliga fótbólt har, men ein lopgrøv var eisini.
Lopgrøvin varð tó ongantíð gjørd liðug, men var ístaðin fylt við skervi.
Týsdagin fór tekniska toymi hjá Vágs kommunu til verka. Grøvin varð reinsað og nýggjur sandur varð fyltur í.
Hetta er serligur sandur, sum er bleytur, so tey sum loypa í ikki fáa snuddir. Talan er um tíggju tons, skrivar kommuna á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald