Uttanlands

Nú er Sir Tom deyður

Bretski krígsveteranurin, ið savnaði inn 270 milliónir til heilsuverkið, er deyður á sjúkrahúsinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-04 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

100 ára gamli fyrrverandi hermaðurin, Sir Tom Moore, sum savnaði 270 milliónir krónur inn til bretska heilsuverkið, er nú deyður. Tað hevur familja hansara kunngjørt á Twitter.

Tom Moore varð í farnu viku innlagdur á sjúkrahús við lungnabruna og koronavirus.

Tom Moore gjørdist ein hetja í Bretlandi, tá hann í apríl í fjør fór undir eina innsavning til frama fyri tey, ið arbeiða “á hermótinum” við at basa koronasmittuni.

Við rullustativi sínum fór hann undir at ganga aftur og fram í urtagarði sínum í Bedfordshire til tess at savna inn pengar. Tiltakið skuldi kasta ljós á fólkini, sum arbeiða í bretska heilsuverkinum.

Tiltakið gjørdist stór søga í bretskum og altjóða miðlum, og tað eydnaðist honum av savna yvir 270 milliónir krónur inn.

Av tí at hann er veteranur frá øðrum heimsbardaga, varð hann eisini heiðraður av bretska herinum í sambandi við, at komið varð á mál við innsavningini.

Han varð kallaður “ein sonn hetja” av bretska forsætisráðharranum, og hann varð eisini sligin riddara av Elizabeth drotning í summar.

Les eisini: 100 ára gomul hetja hevur sjálvur fingið covid-19   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder