Tað hevur elvt til ferðsluavbjóðingar og í fleiri førum hevur verið neyðugt hjá løgregluni at mint á, at tað er einvegis eftir Stangavegnum, sum støðan er.
Talan er um ein veg á eystaru síðu av Klaksvíkini, har nógv ferðsla vanliga er.
Talan hevur verið um drúgt og umfatandi arbeiði á Stanvegnum. Tað hevur tó avgjørt verið neyðugt, tí sera nógv ferðsla er á hesum strekkinum, skrivar Klaksvíkar kommuna
- Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski um at uppraðfesta Stangavegin, tí er tað gleðiligt, at vegurin nú er umvældur og breiðkaður, umframt nýggir gonguteigar, vegristir og bakkantar. Fipur er eisini lagt í vegastrekkið.
Nú kann klaksvik.fo boða frá, at ímorgun var aftur koyrandi eftir Stangavegum, bæði suðureftir og norðeftir. Í komandi viku verða gongubreytirnar asfalteraðar.
Tá ið gonguteigurin, sum bindur Nólsoyar Pálsgøtu saman við Stangavegum, verður gjørdur, og dagføringin kring Varpið verður liðug, so verður væl gangandi um alla "Buktina".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald