2020-04-18 08:06
11 staðfest smittað í Føroyum í løtuni. Tað eru nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum.
Eingin fekk staðfest smittuna í gjár, og heldur ikki síðani 6. apríl er nakar í Føroyum staðfestur við koronasmittu.
5981 kanningar eru gjørdar, og 136 av teimum vóru gjørdar í gjár.
184 føroyingar tilsamans hava fingið staðfest smittuna, meðan 173 av teimum eru blivin frísk.
Í løtuni er eingin persónur innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald