2021-09-06 12:42

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Sostatt er talið á smittaðum í løtuni komið upp á 21.
Í trimum førum er smittukeldan kend, í einum føri er tilburðurin staðfestur á 4. degi eftir komu til Føroya, og í hinum førinum er smittukeldan ókend, skrivar corona.fo.
880 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald