Ein mannajagstran í Kanada, sum hevur vart í fýra dagar, er nú av.
Sunnudagin varð økið, kallað James Smith Cree Nation í Saskatchewan í Kanada rakt av ógvusligum tilburði, tá tveir mans lupu á við knívi og drupu minst 10 fólk og særdu onnur 18 álvarsliga.
Brøðurnir Myles og Damien Sanderson vóru undir illgruna fyri álopið, og løgreglan fór undir eina umfatandi leiting eftir teimum.
Les eisini: Hava funnið líkið av øðrum av eftirlýstu monnunum
Mánadagin varð annar bróðurin, Damien, funnin deyður. Í nátt varð Myles so handtikin.
Tað hendi eftir eina longri biljagstran, har løgreglan at enda koyrdi inn í bilin hjá Myles, so at hann koyrdi út av vegnum. Hann varð fluttur á eitt sjúkrahús, har hann seinni doyði, hóast royndir at fáa lív í hann aftur.
Sambært The Guardian og Global News, doyði hann av skaðum, sum hann hevði gjørt á seg sjálvan undan handtøkuni.
Løgreglan hevur váttað, at maðurin er deyður, men vildi ikki gera viðmerkingar til søguna um, at hann sjálvur var orsøkin til skaðarnar.
Kendur av løgregluni frammanundan
Báðir brøðurnir eru skuldsettir fyri morð, men kanadiska løgreglan heldur, at tað var Myles Sanderson, ið var høvuðsmaðurin aftan fyri álopið sunnudagin.
Tí Myles Sanderson er væl kendur av løgregluni frammanundan.
Síðan hann var 18 ára gamal, hevur hann, sambært The Guardian, framt 59 lógarbrot.
Millum annað hevur hann lagt á ein persón, sum var millum ofrini í álopinum sunnudagin við knívi, hetta hendi fyri sjey árum síðani, og hann hevur eisini fleiri aðrar dómar fyri álop á fólk.
Í februar varð hann royndarleyslatin frá einum fýra ára fongsulsdómi. Kanadiski myndugleikin við ábyrgd fyri royndarleyslatingum metti tá ikki, at hann var til “óneyðugan vanda fyri samfelagið”.
Men síðan mai hevur Myles fjalt seg fyri løgregluni eftir at hann ikki møtti upp til ein fund við málsviðgera sín.
Nú báðir gerningsmenninir eru deyðir, óttast fleiri av íbúgvunum í James Smith Cree Nation, at tey ikki fara at fáa svar uppá, hví álopið fór fram.
Politiovastin í Saskatchewan hevur fyrr sagt á tíðindafundi, at hóast tey hava havt samrøður við yvur hundrað persónar, so er tað ikki eydnast at finna fram til, hví álopið varð framt.
Eisini er óvist, um Myles kann ábyrgdast fyri, at bróðurin Damien doyði, skrivar dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald