Innanlands

Nú eru beint undir 1500 skrásettar játtaðar umsóknir um lønarískoyti

Talið á heimasíðuni hjá ALS hevur staðið á 1496 seinastu løtuna

ALS fær fleiri og fleiri umsóknir (Mynd: Sverri Egholm)

ALS fær fleiri og fleiri umsóknir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-31 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Løgtingið samtykti hjálparpakkan fyri tólv døgum síðani hevur verið møguleiki at søkt um lønarískoyti hjá ALS. Hetta kemst av ávirkanini, sum koronavirusið hevur á arbeiðsmaknaðin.

Hendan møguleikan hava nógv nýtt, og talið er støðugt vaksandi. 

Heimasíðan hjá Arbeiðsloysisskipanini vísur talið 1496. Talan er um 813 kvinnur og 683 menn.

Beint yvir helmingurin, 765 fólk, er úr Suðurstreymoy. Úr fólkaríkasta økinum í landinum fáa í løtuni 114 fólk arbeiðsloysisstuðul. Samanlagt er tað talið nú 307, og tað hevur eisini verið vaksandi seinastu vikurnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder