Samferðslan hevur verið nakað av darvað av veðrinum, og einaferð fyrrapartin varð mælt frá allari óneyðari ferðslu, og Strandferðslan hevði bert koyring í Suðuroynni.
Sí eisini:
Mæla frá óneyðugari ferðslu
Allarflestu bygdaleidir avlýstar
Á summum strekkjum hevur als ikki verið koyrandi, og sambært Landsverk er tað ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og Saksunarvegnum í løtuni.
Nú er latið upp á Vestmannavegnum aftur, og flestu Bygdaleiðirnar koyra aftur. Bussarnir í Norðuroyggjum og í Eysturoynni byrjaðu at koyra aftur um middagsleitið.
Nú er almenn koyring aftur í Sundalagnum, á Sandoynni og millum høvuðsstaðin og Vágoynna.
Mynd: ssl.fo
Á ummum strekkjum verður framvegis ikki koyrt, og Landsverk ávarar framvegis um hálku nógvastaðni - eisini um nakað av jarðroki.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald