Eins og Runavíkar kommuna og Nes kommuna, fer Tvøroyar kommuna eisini at bjóða ungu borgarunum eitt frítíðarkort næsta ár.
Tað skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri á Facebook.
Tað var í seinastu viku, at fyrst Runavíkar kommuna og síðani Nes kommuna kunngjørdu, at tey fóru at bjóða ungum borgarum millum 6 og 18 ár eitt frítíðarkort, sum er eitt persónligt ognarkort á 2.000 krónur árliga, ið eftir ætlan skal kunna nýtast til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum.
Upprunaliga stavar hugskotið úr Íslandi, har tað eitur "Frístundakortið". Har er skipanin roynd í nøkur ár í m.a. Reykjavík við góðum úrsliti.
- Vit eru sera glað fyri at kunna tykkum um, at vit í Javnaðarflokkinum eru samd um at seta hetta í verk í Tvøroyrar kommunu 1. januar 2020. Við hesum vilja vit stuðla undir gerandisdagin hjá barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onnur, so øll børn og ung í Tvøroyrar kommunu sleppa framat frítíðartilboðum, sum vit hava innan ítrótt og mentan annars. Øll skulu hava somu møguleikar.
- Á fíggjarætlanini hava vit sett 2000 kr. til eitt ognarkort til hvønn borgara millum 0 – 17 ár. Børn og ung ráða sjálvi fyri, hvussu kortið verður brúkt eftir teirra egna áhuga, skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald