Innanlands

Frítíðarkort í Nes kommunu

Eins og í Runavíkar kommunu, fáa børn og ungdómar í Nes kommunu eftir ætlan eitt ognarkort til til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum í 2020. Kommunurnar hava verið í sambandi um ætlanina

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2019-11-08 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nes kommuna hevði í gjárkvøldið fíggjarlógina til aðru viðgerð, og har varð samtykt, at 500.000 krónur verða settar av til eitt frítíðarkort, sum ætlanin er at allir borgarar í kommununi ímillum 6 og 18 ár skulu fáa í 2020.

Hetta er líknandi ognarkortinum, ið Runavíkar kommuna í seinastu viku kunngjørdi, at børn og ung har fáa.

Nes kommuna lýsir Frítíðarkortið sum eitt persónligt ognarkort á 2.000 krónur árliga, sum eftir ætlan skal kunna nýtast til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Tey ungu velja sjálvi, hvussu frítíðarkortið verður nýtt, og kann tað nýtast til frítíðarvirksemi í Nes kommunu og aðrastaðni.

Endamálið við Frítíðarkortinum er at tryggja, at øll børn og ung hava møguleika fyri at luttaka í frítíðarvirksemi í skipaðum felagsskapi, samstundis sum tað er ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljunum.

Kommunan skrivar, at líknandi skipan hevur eydnast væl í Íslandi, og at SSP, ÍSF og aðalskrivarin og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum hava mælt til, at líknandi skipan verður sett í verk í Føroyum. Nú hava bæði Runavíkar kommuna og Nes kommuna gjørt tað.

Á heimasíðu sínari skrivar Nes kommuna, at samskifti hevur verið við grannakomuna um eitt møguligt samstarv á økinum, og at nú verður farið undir fyrireikingarnar til samskipanina á ymisku økjunum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder