2024-04-17 14:29
Arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu er nú byrjað. Hesum boðar Vága kommuna frá á heimasíðu sínari.
Fyrireikingararbeiðið hevur verið í gongd í eina tíð, og í dag, mikudagin 17. apríl, byrjaði sjálvt arbeiðið.
Fyrst snýr tað seg fresa/grava kaðalveitir í almennar vegir. Tað er NET sum ger arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu.
Byrjað varð norðuri í Sørpum í Sandavági, skrivar vaga.fo. Vága kommuna fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar og yvir 2.180 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald