Í dag (ónsdagin 6. mai) verða spannir, tunnur, posar og skiljivegleiðing borin út til tey gott og væl 30 húsarhaldini, sum eru við í royndarverkætlanini í Vágs kommunu, har farið verður undir at skilja matleivdir/lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.
- Vit eru sera spent um at fara ígongd, og arbeitt hevur verið fram ímóti at Vágs kommuna eisini á hesum økinum skal ganga undan og gerast grønari, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Skipanin virkar á tann hátt, at svarta tunnan við frámerkinum MATLEIVDIR skal standa uttanfyri. Brúna spannin við loki og við mais-posum í, verður inni í húsinum. Maisposarnir verða tømdir út í svørtu tunnuna. Tá húsarhald hava fingið spannir, tunnur og posar, fara tey beinanvegin skilja í tráð við vegleiðingina, sum tey eisini fáa í dag.
Vágs kommuna stendur fyri tømingini av tunnuni til matleivdir. Umframt skilji-vegleiðing, so fáa húsarhald eisini ein kalendara yvir nær Vágs kommuna kemur at tøma tunnuna við matleivdum. Á kalendaranum eru eisini yvirlit yvir nær IRF heintar inn gráar posar við húsarhaldsruski og hvítar postar við pappíri til endurnýtslu.
Ætlanin er at royndarverkætlanin kemur at koyra í umleið seks mánaðir, har tey gott og væl 30 húsarhaldini skilja matleivdir frá vanligar húsarhaldsruskinum.
Í hesum tíðarskeiði verður skrásett hvussu nógv verður skilt frá í tunnuna til matleivdir, tá hon verður tømd triðju hvørja viku. Eisini verða royndir gjørdar við hvussu besta sankutø verður gjørt burtur úr matleivdunum, og hetta arbeiði kemur Hjalti Thomsen, leiðari fyri endurnýtsluna at standa fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald