Innanlands

Nú fella tingfundirnir títtari

Restina av hesari vikuni og hvønn yrkadag í næstu viku eru viðgerðir av upp ímóti sjey málum, umframt framløgur, í tinginum

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-11 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava ikki verið nógvir tingfundir í ár, men níggju útav teimum næstu tíggju yrkadøgunum skal løgtingið viðgerða nógv mál.

Fyriuttan tað fyrsta í dag, er talan um 1. viðgerðir, og so verða málini beind í nevnd.

Skráin fyri í dag er niðanfyri. Til ber at síggja skránna fyri komandi tíðina og hvat einstøku málini innihalda á logting.fo.

Mikudagur, 11. Mars 2020, kl. 10:00

 1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur)
Tingmálini 64 og 68/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)
Tingmálini 74 og 75/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.    Framløga

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder