Tað hevur drigið út at fáa álit aftur úr tingnevndunum, sum hava viðgjørt triðja hjálparpakkan hjá landsstýrinum.
Kallað varð inn til løgtingsfund seinnapartin í gjár, bara við framløgu á skránni. Tann fundurin gjørdist stuttur, tí bert trý álit vóru klár at leggja fram.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, valdi tí at niðurleggja fundin fyri at taka hann uppaftur kl. 9.30 í morgun.
Fundurin í morgun varð ikki settur fyrr enn klokkan 10.40, men hóast seinkaður í meira enn ein tíma, so var bert eitt álit afturat klárt til framleggingar.
Løgtingsformaðurin nevndi, at álitini væntast at vera klár um ein tíma ella so.
So nú verður av álvara farið undir avgreiðsluna av hjálparpakkanum.
Løgtingið samtykti nevniliga einmælt at víkja frá tíðarfreistingunum í tingskipanini í øllum málunum, sum viðvíkja sokallaða hjálparpakka 3.
Nýggjur fundur verður settur nú klokkan 11 har onnur viðgerð av fimm málum er á skránni umframt framløga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald