Í gjár boðaði Turkaland frá, at landið ikki longur fer at forða Svøríki og Finnland at gerast limir í Nato. Og nú hevur Nato formliga bjóðað Finnlandi og Svøríki at gerast limir í verjusamstarvinum. Sostatt er upptøkugongdin nú sett í verk, skrivar Ritzau.
Hetta upplýsti Nato í dag, nú verjufelagsskapurin heldur toppfund í Madrid.
- Í dag hava vit gjørt av at bjóða Finnlandi og Svøríki til at koma við í Nato og vit eru samd um at undirskriva eina upptøkuætlan, stendur í fráboðanini.
Søguliga avgerðin um at bjóða Svøríki og Finnlandi við í Nato varð tikin dagin eftir, at Turkaland tók sítt veto aftur.
Við innbjóðingini klárari, skulu Svøríki og Finnland nú gjøgnum formligu upptøkutilgongdina, sum millum annað krevur samtykt í øllum teimum 30 tjóðartingunum í Nato-londunum.
Tað, sum fekk Turkaland at góðtaka svensku og finsku umsóknina var, at londini nú hava skrivað undir eina útsøgn um, at kurdiski arbeiðaraflokkurin, PKK, er ein yvirgangsfelagsskapur. Londini hava eisini bundið seg til at stríðast ímóti virkseminum hjá PKK.
Norski Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri ferðir sagt, at hann væntar, at upptøkan av Svøríki og Finnlandi fór at ganga skjótt.
Mett verður, at londini liva upp til øll krøv hjá Nato um demokrati, og bæði londini hava eisini herstyrkir, ið liva upp til krøvini hjá Nato.
Stoltenberg hevur fyrr sagt, at Svøríki og Finnland fara at styrkja Nato – serliga mótvegis Russlandi.
Við upptøkuni av Svøríki og Finnlandi, hevur Nato nú tamarhald á allari innsiglingini til Eystrasalg og russisku havnirnar har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald