Eftir fýra døgum, er talið á koronasmittaðum í heiminum økt við einari millión úr 27 til 28 milliónir.
Tað vísir nýgjasta uppgerðin frá amerikanska John Hopkins universitetinum, ið varð kunngjørd í nátt.
Í gjár varð eitt annað vegamót nátt, tá talið av deyðum við virus fór upp um 900.000.
Les eisini: Talið á deyðum nærkast milliónini
USA, Brasil og India liggja ovast, bæði tá talan er um flest smittað og flest deyð.
Næstan 6,4 milliónir fólk eru nú smittað í USA, 4,5 í India og 4,2 milliónir í Brasil.
Harðasti heimspartur er Latínamerika, har talið í gjár fór upp um átta milliónir smittað, skrivar Ritzau.
Men sambært Reuters, eru tað nú tekin um, at virusið spjaðist við lægri ferð í ávísum pørtum av heiminum, enn tað hevur gjørt fyrr.
Upp á sjey dagar – til og við mikudagin – eru í miðal beint oman fyri 67.000 smittað staðfest um samdøgrið í Latínamerika. Vikuna frammanundan lá talið um 80.500.
Rákið umfatar eisini Brasil, sum í reinum tølum er nógv tað harðast rakta landið í Latínamerika.
Uppgerðin hjá John Hopkins University hevur bara smittutilburðir við, ið eru váttaðir av heilsumyndugleikunum í landinum. Talan kann tí vera um myrkatøl eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald