2020-04-07 11:07
Nýggjastu tølini hjá ALS vísa, at 3014 umsóknir um lønarískoyti vegna korona eru játtaðar.
Talið er harvið støðugt vaksandi.
Talan er um 1528 kvinnur og 1486 menn. Beint undir helmingurin er úr Suðurstreymoy - 1428. 563 fólk úr Eysturoynni hava fingið játtað lønarískoyti.
Tey sum hava søkt um lønarískoyti og fingið játtað tað í tíðarskeiðinum 23 mars - 5 apríl fáa útgoldið tað í dag.
Talið av arbeiðsleysum er eisini vaksandi. Nú fáa 344 fólk arbeiðsloysisstuðul. 131 av hesum í Suðurstreymoy - 125 í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald