At Løtingið samtykti hjálparpakkan fyri tveimum vikum síðani, hevði millum annað við sær, at ein serlig koronaskipan varð sett í verk, sum gav starvsfólkum rætt til lønarískoyti frá 12. mars og annars frá tí degi, starvsfólkið er sent heim.
Nógv hava gjørt brúk av hesum, tí koronavirusið og tiltøkini ímóti tí ávirka føroyska samfelagið og harvið fyritøkur og starvsfólk nógv.
ALS skrivar í morgun á heimasíðu sínari, at fyrsta útgjaldið úr nýggju stuðulsskipanini fevnir um tíðarskeiðið frá 12. til 22. mars, og at hetta var útgoldið í gjár, 31. mars, til øll tey, ið tá høvdu fingið umsóknina um lønarískoyti játtaða.
Lønarískoyti fyri tíðarskeiðið frá 12. mars til 22. mars til umsóknir, ið eru játtaðar fram til á døgurða mikudagin 1. april, verður goldið út hósdagin 2. apríl.
Lønarískoyti fyri aðrar umsóknir fyri hetta tíðarskeiðið verður goldið út, so hvørt umsóknirnar eru avgreiddar.
Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl. Hetta verður útgoldið týsdagin 7. apríl. Arbeiðsloysisstuðulin fyri hetta útgjaldsskeiðið verður á kontu 15. apríl hjá teimum, sum eru í vanligu arbeiðsloysisskipanini.
Tey eru 305 í tali í løtuni. 1779 umsóknir um lønarískoyti eru komnar
ALS boðar frá, at stórt trýst er á málsviðgerðini hjá ALS í hesum døgum, og at lønarískoyti verður rindað til fólk í serligu korona-skipanini tvær ferðir um vikuna - so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald