Menningin av sonevnda Starship verður høvuðsfokus hjá SpaceX næstu tíðina. Tað stendur í einum telduposti, sum stjórin og stovnarin av fyritøkuni, Elon Musk, hevur sent innanhýsis í fyritøkuni.
Tað skrivar Bloomberg.
Hann skrivar til starvsfólkini, at burtursæð frá øllum sum kann minka um trygdina á heimferðini hjá Dragon, skal Starship vera fremst í raðfestingini hjá Space X.
(Mynd: SpaceX)
Starship kann samanlíknast við eitt ferðafólkaflogfar, og ætlanin er at rúma 100 fólkum umborð á hvørjum túri. Rúmdarskipið skal eftir ætlan brúkast til at senda fólk upp á mánan og til Mars.
Í síðsta mánað eydnaðist tað fyritøkuni, saman við Nasa, at senda tveir astronautar til altjóða rúmdarstøðina við rakettuni “Falcon 9” og rúmdarhylkinum “Dragon”. Hetta var fyrstu ferð, at tøkni hjá privatari fyritøku hevur sent fólk í rúmdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald