2022-12-18 09:47
Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú við møguleikanum at søkja um stuðul til film í 2023.
Talan er um fyrsta av seinna umfari, og freistin at søkja er 1. februar 2023.
Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum, skrivar ráðið á heimasíðuna.
Seinna umfar verður lýst í summar við freist 1. september.
Stuðulin til film var 3,5 milliónir krónur í 2022, og stuðulin til film í 2023 er treytaður av játtan á fíggjarlógini fyri 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald