Innanlands

Nú kann søkjast um stuðul úr Klaksvíksgrunninum

Grunnurin hevur til endamáls at stuðla vælgerandi tiltøkum í Klaksvík og Norðoyggjum – Umsóknarfreistin er 10. mai

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2021-04-24 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja um stuðul úr Klaksvíksgrunninum, sum hevur til endamáls at stuðla vælgerandi tiltøkum í Klaksvík og Norðoyggjum innan mentan, upplýsing og annað.

Freistin at søkja er 10. mai.

Allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar á nevndarfundi sama mánað. Avgerandi fyri, hvørt stuðul verður latin ella ikki, eru viðtøkurnar, sum m.a. staðfesta, at stuðul í størst møguligan mun skal latast tiltøkum, sum eru “Klaksvík og Norðoyggjum til mennan og frama, tað verið seg mentunnarlig, sosial, upplýsandi og onnur tiltøk”, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Í nevndini fyri grunnin sita Atli S. Justinussen og Jógvan Skorheim umboðandi býráðið í Klaksvíkar kommunu, og Hansina Iversen, umboðandi Mentamálaráðið.

Meira um grunnin, og hvussu ber til at søkja, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder