Mentan

Nú kemur nýggj stavsetingarorðabók

Bókin er talgild og verður tøk á heimasíðuni hjá Málráðnum á móðurmálsdegnum, sum í ár verður hildin leygardagin 23. mars 2024. 15 føroysklærarar og føroysklesandi kunnu nú kanna hvørt einasta orð og tekn í bókini

Kristin Marjun Magnussen hevur handað nøkur, sum eru tjúkk sum spik. út til bólkarnar. Tey hittust leygardagin í farnu viku og skulu nú hyggja nýggju stavsetingarorðabókin við 65.000 leitorðum ígjøgnum (Mynd: Málráðið)

Kristin Marjun Magnussen hevur handað nøkur, sum eru tjúkk sum spik. út til bólkarnar. Tey hittust leygardagin í farnu viku og skulu nú hyggja nýggju stavsetingarorðabókin við 65.000 leitorðum ígjøgnum (Mynd: Málráðið)

2024-01-19 13:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin í farnu viku trinu 15 føroysklærarar og føroysklesandi inn í sættu lon í Læraraskúlanum. Hesi kendust ikki frammanundan, men høvdu øll somu ørindi.

Ein spildurnýggj føroysk stavsetingarorðabók verður latin av hondum í næstum, og hesum 15 stendur í boði at kanna hvørt einasta orð og tekn í bókini. Og tað er ikki hissini bók. Nýggja stavsetingarorðabókin telur 65.000 leitorð, har bókstavurin S aleinaður telur fleiri enn 10.000 orð. Tað er Málráðið, sum gevur bókina út.

- Fyrsti bólkur fær bókstavin A. Næsti bólkur fær Á og B. Triði bólkur D, E, F, og fjórði bólkur fær G og H.

Bindini, sum Kristin Marjun Magnussen handar út til bólkarnar, eru tjúkk sum spik. Kristin er málfrøðingur og arbeiðir á Málráðnum, har hon síðstu 10 árini hevur savnað orð saman, býtt tey í bólkar og mynstur og skrivað orðafrágreiðingar.

Men fyri tað um savningararbeiðið er liðugt, er hon ikki komin á mál.

- Nei, so leingi føroyskt ikki doyr út, verður stavsetingarorðabókin ikki liðug. Okur – báði málfrøðingar og føroyingar yvirhøvur – smíða jú allatíðina nýggj orð,” sigur Kristin løtt á máli.

Nýggja stavsetingarorðabókin er øðrvísi í mun til aðrar orðabøkur. Hon er normativ, sum merkir, at hon er ætlað sum fyrimynd ella leiðregla fyri, hvussu vit stava. Sagt øðrvísi: Summar orðabøkur lýsa málið, sum tað er, meðan stavsetingarorðabókin lýsir málið, sum tað burdi verið. Kristin væntar, at tað verða mest stovnar og myndugleikar, sum fara at nýta hana:

- Tá ið almennu Føroyar samskifta úteftir, má málburðurin er góður. Ein fortreyt fyri hesum er, at tey hava neyðugu amboðini, og har vænti jeg, at nýggja stavsetingarorðabókin verður góð hjá teimum at sláa upp í.

Bókin er talgild og verður tøk á heimasíðuni hjá Málráðnum á móðurmálsdegnum, sum í ár verður hildin leygardagin 23. mars 2024.

Málráðið

-----------------------------------------------------------------------

Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið. Málráðið savnar og skrásetur nýkomin orð, máliskur, framburðir og
onnur málslig fyribrigdi í føroyskum og er til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Sama er eisini galdandi fyri føroyskt teknmál. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder