Innanlands

Nú koma japanskar orðabøkur á Sprotan

Tað eru hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano, sum í tvey ár hava arbeitt við orðabókunum, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók – Útgávan verður hátíðarhildin týskvøldið í Reinsarínum

Kanji, eitt av trimum stavrøðum í Japan (Mynd: Pixta)

Kanji, eitt av trimum stavrøðum í Japan (Mynd: Pixta)

2022-08-21 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyskar, danskar, týskar, spanskar, kinesiskar – nógvar eru orðabøkurnar, sum finnast á Sprotanum, og í næstum verður ein japansk-føroysk og ein føroysk-japansk orðabók løgd afturat.

– Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum, skriva tey á Sprotanum í tíðindaskrivi.

Japansk vika er í Havn, og í hesum sambandi bjóðar Sprotin til hugnaløtu við japanskum dámi, har hátíðarhildið verður, at japansku orðabøkurnar gerast tøkar á Sprotanum. Tað verður týskvøldið 23. august klokkan 20 í Reinsarínum.

Á skránni verða røður, upplestur, tónleikur, og ymiskt gott til góman verður at fáa.

Tað eru hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano, sum í tvey ár hava arbeitt við orðabókunum, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók. Orðabókaarbeiðið heldur sjálvandi fram, og bøkurnar fara at vaksa fyri hvønn dag, skrivar Sprotin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder