
Ísraelsku lyftini, sambært friðaravtaluni, um at loyva neyðhjálp at koma inn til Gaza, eru nú vorðin veruleiki.
Síðani sunnudagin eru fleiri lastbilar við neyðhjálp komnir um markið til Gazageiran.
Matur, heilivágur, brennievni og aðrar neyðsynjarvørur til Gazabúgvarnar, sum hesi seinastu tvey árini einans hava verið latið í avmarkaðum mongdum. Til tíðir hava íbúgvarnir í Gaza hungrað, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Tiina Saarikoski, sum er stjóri fyri hjálparvirkseminum hjá Reyða Krossi í Finnlandi sigur, at vónirnar um at veitingarnar kunnu gerast meira støðugar, nú av álvara eru birtar.
- Tørvur er á øllum, sum er grundleggjandi fyri at yvirliva, og tað er bráðneyðugt, sigur Saarikoski.
Endurbyggingin av eitt nú heilsuverkinum, vatn- og orkuveitingini og bústøðum fer at taka langa tíð, vísir hon á.
Tann mest átrokandi neyðhjálpin má tó koma skjótt. Tað at ongar forðingar eru við markið, má gagnnýtast.
Reyði krossur samstarvar við palestinska Reyða hálvmánan, serliga við læknahjálp og at veita fyribils bústaðir.
Saaarikoski sigur við Yle, at tan mest effektivi mátin, sum einstaklingar kunnu gera við at hjálpa, er at stuðla teimum felagsskapum, sum arbeiða í økinum.
- Vápnahvíldin ger, at neyðug hjálp kann veitast, og eisini at tørvurin kann kortleggjast, soleiðis at hjálpin kemur hagar, sum tørvurin er størstur, sigur Tiina Saarikoski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald