Innanlands

Nú kunnu grønlendsk orð sláast upp á føroyskum

Nýggja grønlendsk-føroyska orðabókin latin upp í dag

2020-02-21 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani varð nýggja grønlends-føroyska orðabókin latin upp, so at ein og hvør nú kann fara inn á heimasíðuna hjá Sprotanum at leita upp grønlendsk orð.

Tað er Elin Neshamar, sum hevur lisið grønlendskt mál á lærda háskúlanum í Nuuk, sum hevur staðið fyri at finna fram føroysku orðini og týðingarnar fyri grønlendsku orðini.

Og Elin er farin í gongd við arbeiðið at gera eina føroyskt-grønlendska orðabók eisini, sum kann væntast at vera liðug um nøkur ár.

Grønlendska orðabókin varð avdúkað á einum hátíðarhaldi, sum Sprotin skipaði fyri í Grønlendingahúsinum í Havn seinnapartin.

Les eisini: Grønlendsk-føroysk orðabók kemur út fríggjadagin 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder