Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól og rættin hjá kommunum at nýta hesi á almennum plássum. Flokkurin legði eisini uppskotið fram í fjør. Tá var ikki meiriluti fyri tí, men nú er endaliga greitt, at tey flestu - eisini í samgonguni - 34u fyri hesum.
Av teimum 25 sum vóru í tingsalinum, tá uppskotið var til atkvøðugreiðslu í dag, atkvøddu 23 fyri. Bert tvey vóru ímóti.
Hetta fegnast Sambandsflokkurin um í skrivi í dag.
Talan er um eitt uppskot til samtyktar. Lógin loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.
Sí eisini: Vakmyndatól kunnu skjótt gerast veruleiki
Seks av sjey í Rættarnevndini mæltu til at atkvøða fyri uppskotinum til samtyktar. Bert Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum var ímóti vegna óvissu um fyrimunir og vansar og persónliga inntirivð í privatlívið, sum slík vakmyndatól kunnu geva.
Tað varð tó sligið fast í uppskotinum, at upptøkur skulu strikast eftir møguliga nýtslu. Tað er serliga fyri at hjálpa løgregluni við málum og fyri møguliga fyribyrging, at vakmyndatólini skulu nýtast. Tað vóru serliga løgreglan og Tòrshavnar kommuna, ið ynskti hetta ígjøgnum - serliga tí at nógv harðskapsmál hava verið um náttina í høvuðsstaðnum yvir longri tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald