Innanlands

Vakmyndatól kunnu skjótt gerast veruleiki

Meirilutin í Rættarnevndini mælir til at geva kommunum heimild til at seta vakmyndatól upp sum amboð og fyribyrging. Uppskot til samtyktar kemur fyri løgtingið í morgin

- Tað eigur at vera trygt hjá vanligum fólki at ganga í býnum, og tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða útsett fyri brotsverkum, og at gerningsfólk sleppa undan ábyrgd eftir at hava framt brotsverk móti fólki. Hetta stendur millum annað í álitinum

- Tað eigur at vera trygt hjá vanligum fólki at ganga í býnum, og tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða útsett fyri brotsverkum, og at gerningsfólk sleppa undan ábyrgd eftir at hava framt brotsverk móti fólki. Hetta stendur millum annað í álitinum

2024-05-15 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. viðgerð var seint í februar, og seinastu tíðina hevur málið um vakmyndatól verið í Rættarnevnd Løgtingsins.

Har er tað ógvuliga greitt: Ein stórur meiriluti er fyri at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum, har nógv fólk samlast. Grundgevingin er, at hetta skal vera eitt virðísmikið amboð hjá løgregluni at loysa mál, og at tað eisini kann virka fyribyrgjani.

- Tað eigur at vera trygt hjá vanligum fólki at ganga í býnum, og tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða útsett fyri brotsverkum, og at gerningsfólk sleppa undan ábyrgd eftir at hava framt brotsverk móti fólki. Hetta er ringt fyri rættarkensluna hjá offrunum og teirra avvarðandi, og vit skulu gera tað, vit kunnu, fyri at koma hesum til lívs.

Soleiðis skrivar meirilutin, sum eru seks av sjey limun í Rættarnevndini, í áltinum. Talan er um Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Kim Durhuus, Henrik Old, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Tey mæla Løgtinginum til at samtykja uppskotið í morgin.

Bert Steffan Klein Poulsen er ímóti. Sum minniluti hevur hann tí viðmerkingina, "at slík vakmyndatól gera ov stórt inntriv í privatlívið hjá føroyingum sammettvið,hvussu nógv lógarbrot væntandi verða uppklárað ella fyribyrgd". Miðflokka-tinglimurin vísir eisini á, at viðgerðin av hesum málinum bert hevur verið politisk, og at upplýsingar um fyrimunir og vansar vanta. 

Tað eru serliga løgreglan og Tórshavnar kommuna hava strongt á at fáa ígjøgnum - Heðin Mortensen fegnast eisini á torshavn.fo um áltið. Sambært tølum frá løgregluni vórðu 106 mál um harðskap í 2022. Umleið helvtin av teimum hendu í náttarlívinum. Mett verður at fleiri av hesum málunum kundi verið uppklárað við vakmyndatólum. Upptøkur skulu strikast seinni verður eisini staðfest.

- Sjálvsagt krevur tað strangt eftirlit við, hvør kann fáa atgongd til upptøkur frá vakmyndatólum á almennum støðum, umframt fyri, nær slíkar upptøkur skulu kunna takast í nýtslu. Tá ið myndirnar eru brúktar, eiga tær at verða slettaðar.

Til ber at síggja álitið her

Málið um vakmyndatól stendur á skránni hjá løgtinginum fryi hósdegnum 16. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder