Uttanlands

Nú kunnu koppsett fólk sita inni á matstovum í Ísrael

Seinastu tvær vikurnar hava fólk í Ísrael, sum eru liðugt koppsett, havt atgongd til fleiri hentleikar enn restin av fólkinum, og nú matstovur og kaffistovur lata uppaftur, er tað við tí treyt, at bert tey liðugt koppsettu sleppa at sita inni

Kaffistova í miðbýnum í Jerusalem (Mynd: EPA)

Kaffistova í miðbýnum í Jerusalem (Mynd: EPA)

2021-03-07 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ísrael hevur stjórnin nú avgjørt at linka koronaavmarkingarnar uppaftur meira, so matstovur og kaffistovur nú aftur sleppa at hava opið. Hetta verður galdandi frá í dag, tó undir ávísum treytum.

Fyri umleið tveimum vikum síðani gjørdi Ísrael av at lata meira upp fyri teimum, sum eru liðugt koppsett fyri korona. Borgarar, sum eru liðugt koppsettir fáa eitt grønt atgongumerki, eitt sonevnt vaksinupass, sum hevur teimum atgongd til eitt nú venjingarmiðstøðir, og konsertstøð.

Les eisini: Ísrael letur meira upp fyri koppsettum

Matstovur og kaffistovur lata upp fyri øllum, men tó verða atkomumøguleikarnir ikki teir somu. Tey, sum við grøna atgongumerkinum kunnu vísa á, at tey eru liðugt koppsett, sleppa at sita inni, meðan tey ókoppsettu noyðast at sita uttanfyri.

Ein kann fáa útflýggjað grønt atgongumerki eina viku eftir, at viðkomandi hevur fingið seinnu koppseting, ella um viðkomandi er staðfestur frískur eftir at hava havt smittuna.

Lesandi, sum hava havt korona ella eru liðugt koppsett kunnu eisini sleppa aftur til undirvísing á universitetunum, meðan restin framvegis má fylgja við undirvísingini umvegis netið.

Reglar um frástøðu og reinføri eru tó framvegis galdandi fyri øll í Ísrael.

Ísrael er eitt av fremstu londunum í heiminum, tá tað kemur til koppseting.

Landið hevur níggju mió. íbúgvar, og higartil hava 4,9 mió. fólk fingið fyrru koppseting, meðan uml. 3,7 mió. eru liðugt koppsett, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder