Innanlands

Nú kunnu tey løða sær bilin í Skálavík eisini

Nýggj løðistøð í Skálavík

(Mynd: Sa2.fo)

(Mynd: Sa2.fo)

2020-02-26 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Onnur løðistøðin í Sandoynni er nú sett upp. Hon er sett upp í Skálavík, og orsøkirnar eru fleiri, skrivar heimasíðan sa2.fo, sum umrøður viðurskifti í oynni.

Hetta hevur verið iett ynski frá kommununi, nú virksemi í bygdini og ferðslan er økt mununandi, umframt, at nýggju el-bussarnir fara at koyra í Sandoynni 1. mai.

El-bilar kunnu løðast við hús, men ymiskt er hvussu langt bilurin koyrir uppá eina løðing, og tí er eisini tørvur á at kunna løða bilin aðrastaðni enn við hús.

Hotel Skálavík er ikki longur opið, men nýtt gistingarhús verður bygt á Mølini, so virksemið gerst altsamt størri í bygdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder