Seinastu vikuna hevur Evropa verið rakt av einari hitabylgju, og fleiri nýggj hitamet vórðu sett.
Fríggjadagin varð hitin í Fraklandi máldur til 45,9 stig, og Spania, Týskland og Pólland hava eisini verið plágað av ógvusligum hita.
Hitabylgjan hevur eisini kravt fleiri mannalív. Men nú er liðugt við ógvusliga hitanum á hesum sinni, og veðrið í Evropa gerst meira vanligt.
- Ógvusligi hitin, sum vit hava sæð í fleiri londum er við at minka. Men hetta merkir ikki, at veðrið sunnanfyri ikki framvegis verður heitt, sigur vakthavandi á DMI við DR.
Fólk í sunnara partinum av Evropa kunnu vænta sær "vanligt summarveður", sum liggur um tey 25-30 hitastigini, men norðanfyri verður kaldari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald