Á Glyvursvegi 30 á Argjum letur nú eitt nýtt sambýlið upp.
Reynstún er til fólk við menningartarni og fjølbreki. Í nýggja sambýlinum er pláss fyri 18 fólkum at búgva, upplýsir Almannaverkið.
Í sambandi við at sambýlið nú er til reiðar verður móttøka á Argjum mánadagin 17. juni.
- Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja sambýlið. Tað er
gleðiligt, at fólk við menningartarni og fjølbreki fáa ein góðan bústað við góðum umstøðum í gerandisdegnum.
Húsið verður opið fyri almenninginum frá klokkan 13 til klokkan 17 mánadagin 17. juni. Sjálv móttøkan byrjar klokkan 15.
Sambýðlið (Mynd: Landsverk)
Til ber at síggja meira um tilgongdina á landsverk.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald