Í morgun vera nøkur av tiltøkunum, sum Almannaverkið síðan 16. mars hava havt móti koronasmittuni, aftur linkað.
Í samráði við epideminevndina verða ymisk tilboð stigvíst latin upp, so viðskiftafólk hjá Almannaverkinum aftur kunnu sleppa í holt við sín vanliga gerandisdag, boðar Almannamálaráðið frá á heimasíðuni.
Tveir høvuðstættir eru galdandi fyri hesa varligu og skynsomu upplating:
- Teir borgarar, sum hava mist tænastur og sum tola at koma í samband við onnur, skulu fáa sína tænastu aftur.
- Samstundis er tað ómetaliga týdningarmikið, at tey, sum eru serliga viðkvom í mun til Korona sjúkuna, og sum skulu verjast, verða væl vard.
– Vit vilja basa hesari smittuni, so vit aftur fáa tað opna samfelagið, vit kenna. Skal hetta eydnast, mugu vit øll standa saman, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Síðan 16. mars hava frítíðartilboð, dagtilboð, vard verkstøð og umlættingarstovnar verið stongd.
Skerjingarnar hava rakt nógv av viðskiftafólkunum hjá Almannaverkinum og teirra avvarðandi, tí brádliga bar ikki til at fara til arbeiðis á vardum verkstaði ella fara til frítíðartilboðið, sum man plagdi. Nú linkar Almannaverkið so aftur tiltøkini, og fylgir samstundis neyvt við støðuni.
Broytingarnar standa fyribils við til 4. mai, tá støðan verður eftirmett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald