Uttanlands

Nú nærkast fyrsta rakettútskjóting úr Hetlandi

Rúmdarfelagið Rocket Factory Augsburg væntar at fyrsta rakettin verður skotin út í august ella fyrst í september

(Mynd: RFA)

(Mynd: RFA)

2026-07-13 20:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Hetlandi hevur í longri tíð verðið sæð fram til dagin, tá fyrsta rakettin verður skotin út í rúmdina av rakettstøðini á Unst, norðastu oynni í Hetlandi.

Nú bendir alt á, at hetta fer at henda í næsta mánaði, ella møguliga fyrst í september.

Hetta váttar stjórin í SaxaVord Spaceport, Scott Hammond, fyri ShetNews.

Tað er týska rúmdarfelagið, Rocket Factory Augsburg, RFA, sum fer at standa fyri útskjótingini.

Scott Hammond viðgongur yvir fyri hetlneska miðlinum, at óhappið fyri tveimum árum síðani, tá eldur kom í rakettmotorin undir eini venjing, var eitt bakkast fyri ætlanina.

- Bæði vit og Rocket Factory Augsburg hava lært av hendingini og betrað okkara virksemi. Vit eru nú komin harti, at tað næsta, sum hendir, er sjálv útskjótingin, sigur stjórin fyri rúmdarhavnina.

10. august hevur verið nevndur sum dagurin, tá rakettin verður skotin avstað.

- Vónandi verður tað tá, men tað er nokk meira realistiskt, at tað verður nakrar dagar ella vikur seinni, sigur Scott Hammond við ShetNews.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder