Løgtingið er longu liðugt við fyrstu viðgerð av teimum fýra løgtingsmálunum, sum landsstýri í semju við allar flokkar á tingið hevur lagt fram.
Bert framsøgufólkini hjá teimum einstøku flokkunum høvdu orðið undir fyrstu viðgerð, og øll søgdu tey seg taka undir við uppskotinum og gjørdu eisini skjótt av.
Nú fara tríggjar av løgtingsnevndunum at sessast fyri at viðgera málini. Bjørt Samuelsen, sum er forkvinna í vinnunevndini, segði undir síni framsøgurøðu, at nevndirnar ynsktu at fáa høvi at viðgera málini fyri at kunna taka landsstýrisfólkini inn til útdýpandi spurningar, um neyðugt.
Tingformaðurin setti næsta fund at vera klokkan 16, tá álitini frá nevndunum verða løgd fram.
Trivnaðarnevndin fer at viðgera málið um at kunna veita sjúkradagpening til tey fólk, sum verða send í sóttarhald.
Vinnunevndin fer at viðgera málið um fyribils undantøk í Als-lóggávuni, so at øll, ið missa starvið orsaka av íkomnu støðuni kunna koma undir arbeiðsloysisskipanina.
Og fíggjarnevndin skal viðgera hini bæði málini. Annað er at víkja frá kravinum um játtanarkarmar í ár, og hitt er broyting í mvg-lóggávuni, so at vinnufyritøkur sleppa undan at rinda meirvisðisgjaldið fyri fyrsta ársfjórðing nú í mai mánaði, men at útseta tað til august, fyri at hjálpa upp á likviditetin hjá vinnulívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald