Nú sleppa avstralskir borgarar aftur at ferðast til og frá Avstralia, nú landið linkar tiltøkini við markið eftir 18 mánaðir.
Í fyrsta umfari er hetta bert galdandi fyri avstralskar ríkisborgarar og borgarar, sum hava permanent uppihaldsloyvi í Avstralia, umframt nærmasta familja teirra – um tey eru koppsett.
Hetta er eitt stig á leiðini at lata meira upp fyri ferðafólkum og fólk, sum koma til landið at arbeiða.
Tá Avstralia lat landamørkini aftur í mars 2020 varð stongt fyri øllum ferðafólki, og avstralskir ríkisborgarar sluppu heldur ikki inn ella úr landinum uttan serloyvi.
Avstralska uttanríkismálaráðið upplýsir, sambært Ritzau, at tað eru uml. 47.000 persónar kring heimin, sum eru íðin eftir at sleppa heimaftur til Avstralia.
Útlendsk ferðafólk sleppa tó enn ikki til Avstralia, undantikið ferðafólk úr grannalandinum, Nýsæland.
Les eisini: Avstralia letur upp fyri ferðandi úr Nýsælandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald