Innanlands

Nú sleppa børn aftur at stuttleika sær í svimjihøllini í Klaksvík

Eftir at hava havt opið við avmarkaðum tænastum kann heittvatnshylurin og baðilandið nú aftur takast í brúk

Mynd: Klaksvíkar Svimjihøll

Mynd: Klaksvíkar Svimjihøll

2020-05-15 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svimjihøllin í Klaksvík hevur seinastu vikuna havt opið við avmarkaðum tænastum, men í dag verður latið enn meira upp. Heittvatnshylurin og baðilandið, sum nógv hava saknað, kann nú aftur takast í brúk, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Løgmaður boðaði í gjár frá, at Føroyar lata enn meira upp, og at frástøðan fer frá tveimum metrum niður í ein metur, samstundis sum bólkar á 100 nú kunnu samlast. Møguleiki er tískil at bjóða fleiri tænastur og fleiri gestum í svimjihøllina.

Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini, sigur, at hetta tíðarskeiðið hevur verið heilt serligt.

- Vit fóru frá methøgum vitjanartølum til púrasta tóma svimjihøll, og hevur svimjihøllin orsakað av øktum smittuvanda verið ein av teimum kommunalu stovnunum, sum hevur bíðað longst við at lata upp aftur. Vit hava tikið tilmælini í størsta álvara, tí vit eru púra greið yvir, at vit í svimjihøllini verða noydd at taka heilt serlig atlit til eitt nú reinføri, sigur hann.

Øll stig eru tikin í samráð við koronavegleiðingina, og samskift verður eisini við koronavegleiðingina um, nær vælveruøkið kann lata upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder