Nú føroyska samfelagið stigvíst verður latið meira upp, hevur sjúkrahúsverkið gjørt nýggjar leiðreglur fyri vitjandi á sjúkrahúsunum. Leiðreglurnar eru galdandi frá í dag, 18. mai.
Nýggju leiðreglurnar hava við sær, at tað nú aftur verður møguleiki at vitja sjúklingar á teimum trimum sjúkrahúsunum til vanligar vitjanartíðir.
Tey vitjandi skulu halda tilmælini um reinføri og frástøðu, og skulu ikki koma, um tey kenna seg sjúk.
Um onkur ynskir at vitja uttan fyri vanligu vitjanartíðirnar, skal avtala gerast við starvsfólk á deildini, situr sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald