Mentan

Jakkin farin - hann var ein av teimum stóru

Sørvingurin Jóan Jakku Guttesen, annar av oddamonnunum í Tinganest, skaparin av vágasound, er farin. Ein persónlig heilsan til mæta skaldið og sangskrivaran, sum doyði sunnudagin, 76 ára gamal

(Málað hevur Jens Klæmint Jacobsen)

(Málað hevur Jens Klæmint Jacobsen)

2025-07-21 14:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á stovubróstinum hjá mær hongur ein lítil mynd, sum nú gjørdist mær uppaftur meira kær, tá óvæntaðu boðini í gjár komu um, at Jóan Jakku Guttesen var farin, 76 ára gamal.

Á mentanarvikuni í Fuglafirði farna heyst var ein hugnalig framsýning í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla, við listafólkum úr bygdini og grannabygdunum. Har fann eg og keypti hesa myndina, sum mæti portrett- og keiputeknarin í Syðrugøtu, Jens Klæmint Jacobsen, hevur málað.

 Eg havi tikið meg í nakkan nú, eg fari, kemur tú

Góðveðursmorgnar skínur sólin inn á hesa hugfarsligu myndina, tá eg komi upp. Tað gjørdi hon ikki í morgun. Og neyvan hevur sólin heldur skinið á nakra aðra mynd av Jakkanum í morgun, hvørki í Sørvági, Nólsoy ella Havn – nú ein mætur listamaður hevur sligið seinasta tónan á bassinum, ein nógv mætari listamaður enn hann sjálvur gav sær far um.

Kendi ikki Jóan Jakku persónliga, men sum hálvur sørvingur, hevur tónleikurin hjá honum og hinum í og rundan um Tinganest, leingi rørt meg persónliga. Tí eg billi mær inn, at eg skilji tann undirliggjandi tónan betri enn fólkini rundan um meg. Kann seta meg inn í hvussu tað mundi vera at vaksa upp úti á Lið í fimmti- og sekstiárunum, nærhendis heiminum har omma mín vaks upp. Við niðaravegi, stóra sandinum, har sjógangur niðan í áirnar kann vaða.

 Eg vil vera bygdafrell. Onki annað, nú er well

Men eg skal eisini viðganga, at vit ikki hildu nógv av tónleikinum, tá Tinganest kom við fyrsta kasettubandinum, “Upp á Tá”, í 1983. Var fyrst í tjúgunum tá, blaðmaður á Dimmalætting, og dittaði mær stundum at skriva ummæli av tónleikaútgávum og konsertum.

Men eg hættaði mær ikki undir at ummæla bandið hjá Tinganest. Tað var ov snedugt eftir mínum tykki, tónasetingin og harmoniirnir hildu ikki tátíðar standard, hildu vit, og orðið ‘bygdasligt’, varð brúkt. Eg óttaðist fyri, at tað fór at verða tikið illani upp í heimbygdini hjá mammu, um er var ærligur.

Men sum tíðin leið, dugdu vit at síggja, at har var góðs í. Serliga heitislagið og sangurin um vágagelluna, ið hava verið sungnir sum felagssangir í so at siga hvørjum borðhaldi síðan tá.

 - og eg hugsi við mær sjálvum, at eg havi verið hálvur síðan tá

Tá so næsta bandið kom út trý ár seinni, prógvaði Tinganest, at teir báðir, Stongum og Guttesen, áttu nakað heilt serligt, tá tað kom til sangskriving.

Guttesen sannførdi meg við sanginum “Annan Sang”. Um drongin á havnargøtum, sum upplivir sín stóra kærleika vera farna á aðra kós, og syngja um herligheit heldur enn kerligheit.

Sangurin er eitt meistaraverk. Tað størsta av fleiri meistaraverkunum, sum nú liggja eftir Jóan Jakku Guttesen.

Tað er ikki bert í Tinganest, at Jóan Jakku hevur ríkað okkum við sínum tónleiki. Hann gav eisini út og framførdi í vágabólkunum Sørvings og Hips um Haps, solo við útgávuni Jakkin og í samansetingunum Vág/ðaverk saman við Sámali Ravnsfjall og Stongum og Guttesen tá Tinganest bara vóru teir báðir, um ein so kann siga.

 Lukkan hon er slitin, lukkan hon er kørg, men tað kemur fyri, at hon ger ein lítlan vørr

Síðan sørvingar fóru undir sín country- og bluesfestival í 2012 hava Tinganest verið fast inventar. Tey fyrstu árini var teirra framførsla sum eitt slag av lokalari sangløtu, har sørvingar flokkaðust fyri at syngja serliga “Válandi heim”, sum Magnus á Stongum eigur æruna av.

Og tú sást á sørvingunum hvussu nógv hesin sangurin um heimbygdina hevur at siga fyri tey. Tú sást hvussu eyguni vættust og onkur fekk lippufelli eisini, og fekk ikki sungið við.

Soleiðis er tað ikki longur. Børnini, sum saman við foreldrum sínum upplivdu Tinganest á Dungasandi ella á Stakka fyri 10-13 árum síðani, hava hesi seinastu árini trokað seg saman framman fyri stóra pallinum fyri at uppliva Jakkan, Magnus, Holgar og Finn og skrála aftur við sangunum. Tey duga allar, næstan.

 Skeivur sum ein hani, fullur sum eitt svín. Her gangi eg og leingist eftir tær

Og sama hava vit eisini upplivað seinastu árini á G! og Summarfestivalinum, har Tinganest hava verið stórliga fagnaðir, av fleiri ættarliðum av fjepparum.

Stuttligt hjá teimum, sum neyvan sluppu at spæla aðrastaðni enn í dansistovuni í Sørvági at byrja við, og kanska eisini upplivdu hugtakið ‘vágasound’ sum niðurgerandi, at uppliva nú at vágasound er vorðið eitt góðskustempul, og at sangirnir eru vorðnir fólkaogn, eisini uttan fyri Vágarnar.

Og gott, at Jóan Jakku náddi at fáa ársins tónleikaheiður frá FMA í 2023, og at Jóan Jakku og Magnus vórðu heiðraðir í heimbygdini á stórum og væleydnaðum fagnaðarkvøldi í dansistovuni síðsta vetur.

 Mann hon kanska bíða mær enn, hon sjálv so blíða Polk Salad Ann

Mæta skaldið, stinni bassisturin, skeivi eksistensurin, Jóan Jakku Guttesen, fær ikki ríkað okkum við fleiri av sínum sangum. Tað eru vit nógv, ið stórliga fara at sakna.

Tankar okkara eru hjá hansara nærmastu, hjá sørvingum og vágafólki, ið hava mist ein av sínum mætastu synum og hjá nólsoyingum, sum hava mist eina bygdarmynd.

- Hvíl í friði. Heilsa Polk Salad Ann og Tony Joe White.

 Og tá, ið eg einaferð skal avstað – mína seinastu ferð um hav. Ei nýtist mær kumpas ella kós – tí eg havi við í sós og dós, librium og valium ... bambirium

Æra verið minnið um liðamannin Jóan Jakku Guttesen.

 Nú svøvnur kom í eyga mítt, eg takki fyri meg. Tí nú er vorðið songartíð, hjá mær, nú fari eg
at leggja meg og míni bein. Og finna mær ein taksabil, koyra meg til mínar dyr. Eg lati kvøldið yvir til øll tey, sum dansa síðsta dansin

(Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder