Uttanlands

Nú verða fleiri enn 360 milliónir kristin kring heimin forfylgd

Á fyrsta sinni er Norðurkorea ikki ovast á alheimslistanum, World Watch List, hjá Open Doors yvir lond, ið mest søkja at kristnum. Fyrsta pláss eigur nú Afganistan. Íalt eru nú fleiri enn 360 milliónir kristin kring heim rakt av álvarsligari forfylging ella mannamuni

Stórir yvirgangstrupulleikar eru í Nigeria, har stórir partar av landinum verða herjaðir av yvirgangsfelagsskapinum Boko Haram (Mynd: EPA)

Stórir yvirgangstrupulleikar eru í Nigeria, har stórir partar av landinum verða herjaðir av yvirgangsfelagsskapinum Boko Haram (Mynd: EPA)

2022-01-20 09:10 Author image
Innsent
placeholder

Afganistan er ringasta land fyri kristin. Tað vísir 2022-útgávan av árliga “World Watch List” hjá Open Doors yvir lond, har forfylging av kristnum er ringast.

Farnu 20 árini hevur Norðurkorea toppað listan. Men aftan á at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan, eru kristin so hart kroyst, at landið er komið á ovastu rók á skemdarlistanum.

Samanlagt eru fleiri enn 360 milliónir kristin ábær fyri álvarsligari forfylging ella mannamuni. Tað eru 110 milliónir fleiri enn fyri bert fýra árum síðan.

Tey 10 londini ovast á listanum eru í ár tey somu sum í fjør – tó við plásskifti sínámillum. Eitt nú er Nigeria flutt tvey pláss upp á listanum til 7. pláss. Grundin er, at landið støðugt verður herjað av víðgongdum islamistum við Boko Haram á odda og av krígshugaðum fulanihirðum.

Islamistar tevja morgunluft
Talibanska valdstøkan í Afganistan hevur givið islamistum kring heim vind í seglini, ikki minst í Asia.

Í grannalandinum Pakistan er stuðulin til Taliban hækkaður munandi. Sama í Indonesia, har myndugleikarnir hava forðað fleiri yvirgangsálopum. Kortini er landið farið langt upp á ársins lista – frá nr. 47 í fjør til nr 28 í ár. Bumbuálopini pálmasunnudag í dómkirkjuni í Makassar og tvey drápulig álop á kristin í Sulawesi eru høvuðsorsøk til hetta.

Eisini í Afrika hevur viðgongdin í Afganistan fingið islamistar til at tevja rákan av morgni. Islamistar virka ofta í londum við korruptum og veikum stjórnum. Júst nú kenna islamistar á sær, at tað bert er ein spurningur um tíð, til útlendsk hermegi, sum stuðlar stríðnum móti teimum, rýmir. Eitt dømi er al-Shabaab, sum hevur barst móti stjórnini í Somalia og hennara sameindu, hermenn hjá Samgonguni av afrikanskum londum, farnu 10 árini. Her er kristna kirkjan undir jørð lítil og spjødd, sum í Afganistan.

Afrika sunnan fyri Sahara hevur í nøkur ár verið tað økið, sum hevur upplivað mestan harðskap móti kristnum – hetta er ikki broytt. Bæði Kongo og Nigeria teljast millum topp-10 londini í harðskapi móti kristnum.

Nigeria á blóðigum fyrsta plássi
Nigeria er við fleiri enn 4.600 dripnum kristnum farnu árini nú triðja árið á rað ovast á hesum serliga valdslista. Tó kunnu hvørki kristin ella aðrir minnilutar rokna við nigeriansku sambandsstjórnini, tá umræður vernd og verju.

Studenta- og vanligir skúlar, kirkjur, bygdir og samkomuleiðarar eru enn mál fyri menniskjaránum, drápum, skaðum og slátri av húsdýrum og øðrum livibreyði.

Onnur afrikansk lond millum ovastu 10 londini við mesta harðskapi móti kristnum eru Mosambik, Mali, Kamerun, Miðafrikalýðveldið og Suðursudan. Eisini eru tað islamistar, ið standa aftan fyri harðskapinum.

[object Object]

Mannamunur móti kristnum í flóttalegum
Hákommiserurin hjá ST fyri flóttafólk metir, at umleið 84 milliónir fólk vórðu tvingsilsflutt í 2021, antin innan egin lond ella – fyri 26 milliónir – tvørtur um landamørk. Mong teirra eru kristin, sum flýggja undan forfylging. Meirilutin verður verandi í egnum umráði, antin sum rikin frá húsi og heimi í egnum landi ella sum flóttafólk í grannalondum. Meðan tey flýggja, eru tey í vanda fyri penganoyðslu, mannasmuggling ella handtøku. Í flóttalegum uppliva tey mismun og fáa sýtt humanitera ella aðra praktiska hjálp. Hetta rakar serliga fyrrverandi muslimar.

Harumframt verður eisini hópur av kvinnum og børnum útsett fyri neyðtøku, kynsligum trældómi og øðrum yvirgangi, ikki bert undir rýming, men eisini í sjálvum legunum. Armóð og ótryggleiki økja teirra sárbæri. Nøkur verða noydd til skøkjulevnað fyri at yvirliva.

Tí skýggja mong kristin flóttafólk heilt legurnar, sum merkir, at tey verða ikki skrásett og fáa tí ikki matvøruhjálp og sálarfrøðiligan stuðul. Børn teirra fáa onga útbúgving.

Kina táttar tvinguna
So hvørt sum kinesiski búskapurin og altjóða ávirkanin økjast, harðnar ágangurin frá kommunistisku stjórnini í Beijing. Nýggj harraboð frá maj 2021 krevja eitt nú, at átrúnaðarleiðarar “elska móðurlandið og stuðla leiðsluni í kommunistiska flokkinum (CCP) og sosialistisku skipanini.”

Teir mugu “ikki seta tjóðartryggleikan í vanda, máa undan tjóðareindini” ella “fremja spjaðing í landinum.”

Eisini er avgjørda reaktiónin til koronusjúkuna væl skjalprógvað. Men tá tørvurin á átøkum minkaði, fingu fleiri skrásettar óheftar ‘kirkjur’ eins og ikki skrásettar samkomur bann fyri at lata uppaftur. Tað noyddi trúgvandi til at hittast í smærri heimabólkum ella á netinum. Open Doors metir, at tað snýr seg um milliónir av samkomum, tætt við 80 prosent av teimum kirkjum, sum fyrr hildu til í leiguhølum.

Kina gevur øðrum íblástur
Í Suður- og Miðamerika fylgja ein røð av kommunistiskum stjórnum kinesisku skipanini við “einum landi, einum fólki og einari trúgv.” Koronasóttin verður brúkt sum áhaldsi til at hava eftirlit við samkomum og at áleggja teimum nýggjar avmarkingar. Á Kuba vórðu katólskir og protestantiskir leiðarar handtiknir, píndir og dømdir alt ov høgar bøtur, tí at teir tóku lut í hópkravgongum og kravdu sosialan javnrætt. Eisini í Nikaragua og Venesuela spiltu myndugleikarnir katólskar biskupar út, sýttu skrásetingar av samkomum og stongdu kirkjur.

Kinesiska fyrimyndin hevur nýliga eisini fingið undirtøku í Sri Lanka, Myanmar og Malaisia. Tey fara tískil í part við øðrum londum í Asia, sum leingi hava skert frælsið hjá øðrvísi hugsandi. Kina tykist hava gingið undan í tess handfaring av COVID-sóttini, sum onnur harðræði halda vera eina gongda leið til talgilt hópeftirlit við fólki. Stórur eftirspurningur er nú í fleiri londum, eitt nú Vjetnam, eftir hesi tøkni til talgilt einaræði.

Tvinni góð tíðindi
Seinastu árini hava lukkutíð ikki bert borið ring tíðindi fyri atsøkt kristin. Eitt nú eggjaði pávavitjanin í Irak eina fjøld av kristnum til at umhugsa at venda heimaftur til landið fyri at taka lut í at byggja tað aftur.

Og so var tað ikki bert í Egyptalandi, at talið av álopum móti kirkjum fall. At enda vakti tað eisini stóra gleði, tá kolumbiska nunnan, Gloria Argott, varð leyslatin av teimum harðrendu islamistunum í Mali, sum høvdu hildið hana fanga í nærum fimm ár.

Tíðindaskriv frá felagsskapinum Open Doors, sum tænir forfylgdum kristnum kring heimin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder