Uttanlands

Nú verða jólini í Ukraina flutt

Enn fleiri tiltøk sett í verk fyri at taka frástøðu frá Russlandi

Mynd frá seinasta jólahaldinum í Skt. Mikhailovsky katedralinum í Kyiv (Mynd: EPA)

Mynd frá seinasta jólahaldinum í Skt. Mikhailovsky katedralinum í Kyiv (Mynd: EPA)

2023-07-29 11:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukraina hevur flutt dagfestingina fyri jólahaldinum í krígsplágaða landinum til 25. desember í staðin fyri 7. januar, tá jólini annars verða hildin í russiskortodoksu kirkjuni.

Hetta hendir eftir eina nýggja lóg, sum varð samtykt í gjár, skrivar Ritzau.

Lóggávan er enn ein staðfesting av, at landið tekur frástøðu frá russisku kirkjuni sum avleiðing av russisku innrásini í februar 2022.

Ukraina hevur, andaliga sæð, verið undir russiskum yvirræði í hvussu so er síðan 17. øld.

Men partar av ukrainskortodoksu kirkjuni loystu frá Russlandi í 2019 sum mótmæli móti russisku hersetingini av Krim hálvoynni í 2014.

Russiskt stuðlaða deildin av ukrainskortodoksu kirkjuni kunngjørdi í mai í fjør, at tey ikki longur høvdu samband við Russland.

Ukraina hevur síðan innrásina gjørt fleiri tiltøk fyri at taka frástøðu frá Russlandi og russiskari mentan.

Millum annað eru fleiri gøtu- og býarnøvn, sum upprunaliga vórðu uppkallað eftir sovjettiskum persónum, broytt.

Russland hevur annars eisini brúkt átrúnaðin sum part av krígnum.

Eitt nú segði Dmitrij Medvedev, fyrrverandi forseti og varaformaður í russiska trygdarráðnum, at “heilaga málið” við innrásini var at stríðast móti tí sataniska vesturheiminum.

- Vit lurta eftir orðunum hjá okkara skapara í hjørtum okkara og lýða tey. Málið er at støðga ovasta drotti í helviti, varð sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder