Fjarhitafelagið boðar í dag frá, at Tórsvøllur nú er knýttur í fjarhitaleiðingina, sum seinnu árini er víðkað fjarhitaleiðingina ígjøgnum høvuðsstaðin – m.a. í Gundadali og á Hálsi.
- Fyri okkum merkir tað, at vit hava fjarhita ístaðin fyri oljufýring í okkara bygningum, og eisini at vit fáa hita í vøllin.
Hetta sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, við Portalin
Tá graslíki varð lagt á Tórsvøll, vórðu rør løgd undir vøllin. Nú fer fjarhiti eisini at koma í, og harvið fer frost helst ikki at ávirka Tórsvøll í framtíðina
- Vit hava fingið ein sokallaðan vekslara, og tað vil siga, at tá tørvur verður á tí, kunnu vit hava hita í vøllinum. Harvið sleppa vit í høvuðsheitinum undan at hava trupulleikar við frosti - tað er bert um tað verður t.d stórkavi, at vøllurin ikki nýtast framyvir.
Í november í fjør varð neyðugt at útseta ein U21-landsdyst, tí frost var á vøllinum. Slíkt fer ikki at koma fyri nú, og hitin undir vøllinum ger, at møguleikin fyri at spælandi á Tórsvøll í hálvfinalunum og í finaluni í steypakappingini í november-desember, er væl hægri - hóast tað verður rættiliga kalt.
1400 brúkarar - umráðandi fyri at fáa størri grøna orku
Í tíðindaskrivi frá Fjarhitafelagnum verður borið fram, at ymsir bygningar eru lagdir afturat í fjarhitaskipanina, sum var løgd oman í Gundadal í februar 2018 og víðari oman eftir Hoydalsvegnum, har SMS, Tjaldurs Apotek og Finsen eru knýtt í fjarhitaleiðingina.
- Tess fleiri størri bygningar koma upp í fjarhitaskipanina, tess nærri kemur Tórshavnar kommuna sínum máli um, at CO2-útlátið í høvuðsstaðnum skal lækka 20 prosent í 2022 sammett við 2013, tá Tórshavnar kommuna setti sær hetta málið
Hetta sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, ið er valdur í nevndina vegna Tórshavnar kommunu.
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum vísir á, at hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, so er nógv vunnið, tá fjarhitaleiðingin er komin at liggja.
- Vit arbeiða við at grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum alsamt meira grøna orku, ið umframt avlopshita frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla eisini fer at fevna um biogass longu í summar og annars t.d. vindorku og sjóvarhita, sigur Hans Christian Dam.
Støðugt fleiri brúkarar eru komnir upp í fjarhitaskipanina seinnu árini. Fyri 10 árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í skipanini, og í dag eru umleið 1400 brúkarar bundnir í fjarhitanetið í høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald