2025-04-21 12:02

Teir fyrstu súkklararnir hava sett kós móti Saltangará og Gulu Smiðju.
Har verður Mentanarvikan í Runavíkar kommuna formliga sett við millum annað tónleiki og røðum.
Summi nýta møguleikan at súkkla saman við Rynkeby til setanina, til ber millum annað at hoppa við úr Søldarfirði og av Lambareiði nú tíðliga seinnapartin.
Annars er sjálv skráin, sum millum annað inniheldur nógvar listaframsýingar, farin í gongd.
Sí alla skránna á mentanarvikan.fo
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu koyrir til og við sunnudagin 27. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald