Mentan

Nú viðrar betri til Djóradagar

Hóast keðiligt veður vóru nógv fólk og vitjaðu djóradagar í Havnardali í gjár, og hildið verður fram í dag

Veðrið í gjár argaði so illa at nevndin í ríðingarfelagnum sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina, men hon verður í dag (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Veðrið í gjár argaði so illa at nevndin í ríðingarfelagnum sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina, men hon verður í dag (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2023-05-21 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali eru altíð vælumtóktir millum børn og barnsligar sálir. Tað sást sjónliga í gjár tá tað hóast keðiligt veður, eftir umstøðunum vóru nógv fólk og vitjaðu.

Djóradagar halda fram í dag frá klokkan 14 til 18. 

Veðrið í gjár argaði so illa at nevndin í ríðingarfelagnum sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina. Fyri at fólk ikki skuldi kenna seg snýtt, bleiv tó avgjørt, at øll ið hava keypt armbond og seðlar til leygardag, kunna brúka hesi til øll tiltøk, sum eru í dag, sunnudag. Felagið hevði eina plan b at ponyríðingin skuldi vera inni, men mett var at tað var óv nógvur gangur inni í høllini, til at tað var trygt at hava ponyríðing inni, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Djóradagar enda í dag við ríðiframsýning á breytini. Beint tá ponyríðingin er liðug um klokkan 18, kemur gongulagslandsliðið í íslandsríðing at vísa gonguløg, og klokkan 18.15 koma ung úr feløgunum í Havnardali at vísa ymiskt fram.

Hetta er alt undir tí kønu hond, hjá ungdómsmennaranum hjá ríðisambandinum, Nina Brockie, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder