2020-05-28 13:47
Síðani 22. apríl hevur Heilsumálaráðið at kalla hvønn dag dagført føroyingar við ongum. Ikki beinleiðis ongum, men tey hava boðað frá, at heldur eingin er smittaður við korona í dag.
Og dagurin í dag er einki undantak.
- Tað er framvegis ongin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, og í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.466 kanningar, skrivar Heilsumálaráðið.
80 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl.
Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.196 kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald