
Tórshavnar kommuna: Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á hjálp. Og tær eru her enn. Tá ið fyrstu fransiskanarasystrarnar komu til Føroya fyri 90 árum síðani, fóru tær alt fyri eitt undir skúla, sum stórur tørvur var á. Síðani stovnaðu tær fyrsta barnagarðin í landinum, og seinni kom eisini vøggustova.
Nunnurnar høvdu boðið borgarstjóranum og frú til eitt hugnaprát leygardagin. Tey umrøddu bæði fyrstu tíðina í Føroyum og virksemi í dag.
Í dag eru fimm nunnur í kleystrinum við Varðagøtu. Tær koma úr Írlandi, Belgia, Malta og Korea. Umframt eitt virkið trúarlív vitja tær sjúk og gomul, tær taka sær av ymiskum bólkum og hjálpa fátækum.
Nunnurnar fara at hátíðarhalda runda føðingardagin á hvítusunnu við eini hátíðarguðstænastu í Mariukirkjuni fyri meinigheitini.
Eitt stórt tal av havnarborgarum eru farnir ígjøgnum vøggustovu, barnagarð og skúla hjá nunnunum, og systrarnar hava altíð verið kendar fyri sítt samvitskufulla arbeiði og trúarliga tolsemi.
Einir 300 katolikkar eru í Føroyum í dag, og av teimum er ein triðingur føroyingar. Hinir koma úr nógvum ymiskum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald