Í morgin og til og við fríggjadagin verður stjóraskrivstovan á Listasavni Føroya flutt út í forhøllina. Tað er nýsetti stjórin á savninum, Karina Lykke Grand, sum bjóðar fólki at koma og heilsa uppá og gjarna koma við tankum til framtíðar leiklutin hjá Listasavni Føroya.
Talan erum eitt óhátíðarligt høvi at práta um virksemi á savninum, at koma við góðum hugskotum ella bert at nýta høvið at heilsa uppá nýggja stjóran og síggja framsýningarnar.
Kaffiprát verður týsdag til fríggjadag í hesi vikuni frá kl. 15 til 17.
- Eg gleði meg til tær næstu vikurnar og mánaðirnar at hitta øll, ið hava áhuga fyri savninum, at hitta listafólkini í Føroyum umframt gestirnar á savninum. Til kaffiprátið eru vit eisini til reiðar at taka ímóti input, sum partur av framhaldandi arbeiðinum at menna Listasavn Føroya til eitt enn meiri viðkomandi stað fyri gestirnar á savninum, sigur Karina Lykke Grand.
- Fyrst og fremst er ætlanin at styrkja savnið, sum ein viðkomandi og sjónligan stovn, ið styrkir kunnleikan til føroyska list fyri eini breiðari fjøld. Harumframt er ætlanin at miðla, hvussu visuella listin gjøgnum tíðirnar hevur spælt ein stóran leiklut í menningini av føroyska samleikanum. Listin hevur eini serlig evni til at fanga sereyðkenni í eini tjóð, sum ikki minst er sjónligt her í Føroyum. Í dag eru Føroyar sermerktar við nógvari list í almenna rúminum, eins og føroyingar hava nógva list hangandi í heiminum í mun til hvat vanligt er í nógvum øðrum evropeiskum londum. Eg gleði meg sera nógv til at bjóða inn til kaffiprát, sigur Karina.
Nýggi stjórin er í summar flutt til Hoyvíkar saman við familjuni, og tók við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya 1. august. Karina Lykke Grand tekur við eftir Nils Ohrt, sum hevur verið stjóri síðani 2011. Seinni í august verður fráfaringarmóttøka fyri Nils Ohrt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald