Heilsutrygd hevur sett tveir nýggjar kommunlæknar i starv. Hesum boðar Heilsutrygd frá á heimasíðu sínari.
Tað er Dávið Michelsen, sum eru settur í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi.
Hann tekur við starvinum í viðtalu 4 í Gundadali tann 1. september 2024.
Dávið Michelsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2013 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mai 2022, skrivar heilsutrygd.fo.
Hanus byrjar um eitt ár
Hanus Debes Joensen verður nýggur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi.
Tað er tó ein tíð, til hann byrjar. Hanus tekur við starvinum í viðtalu fýra næsta ár - tað vil siga eftir summarfrítíðina í 2025
- Hanus Debes Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2005 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í februar 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald