Mánadagin, 14. oktober, varð spakin - ella rættari sagt grabbin - settur í til nýggju auluna í Tekniska skúla í Klaksvík.
Hetta skrivar Barna- og Útbúgvingarmálaráðið á heimasíðu sínari.
Nýbygningurin við skúlan tætt við Borðoyavík er staðsettur norðanfyri verandi inngongd.
Tað er Norðhús, sum ger arbeiðið.
- Arbeiðið við at byggja aulu og gera neyðugar umvælingar á verandi bygning er mett at taka tvey ár.
Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð varð gjørt við grabba í maskinu.
Mynd: bumr.fo
Røðan, ið var hildin til løtuna, kann lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald